Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypafinalur: Tey ungu eiga sunnudagin

Danial Viðoy

Eins og siður hevur verið í nógv ár, skipar Flogbóltssambandið um vikuskiftið fyri steypafinalum fyri tær yngru deildirnar.

TÍÐINDASKRIV FRÁ FBF:

Eins og siður hevur verið í nógv ár, skipar Flogbóltssambandið um vikuskiftið fyri steypafinalum fyri tær yngru deildirnar.

Dystirnir vera leiktir á serliga taraflex-gólvinum í høllini á Hálsi, júst í somu kørmum, sum tey vaksnu leika undir.

Átta finalur skulu spælast í yngru deildunum, og tað er ov nógv til at alt kann avgreiðast sama dag. Tí vera tvær finalur spældar leygardagin, ein tíðliga fyrrapartin og ein eftir at steypafinalurnar hjá teimum vaksnu eru lidnar seinnapartin.

Les eisini: Steypafinalur: Sí er við í níggju av tíggju finalum

Hinar seks finalurnar vera spældar frá klokkan 13.00 sunnudagin.

Fýra feløg hava vunnið sær sæti í steypfinalunum hjá teimum yngru, og eru tey SÍ, Fleyr, TB og Mjølnir.

Av teimum er SÍ burturav tað felagið, sum hevur fingið mest burturúr, tí felagið hevur lið við í sjey av átta finalum í yngru deildunum.

Les eisini: Flogbóltur: Steypafinalur hjá børnum og ungum stroymaður

Næst kemur Fleyr, sum hevur fimm lið í finalunum. TB eigur trý lið í finalunum og Mjølnir eigur eitt lið.

Steypafinalurnar vera leiktar eftir hesi skrá:

Leygardagin, 20.02.16: 09.30 Fleyr-SÍ D12

Leygardagin, 20.02.16: 18.30 SÍ-Fleyr D14

Sunnudagin, 21.02.16: 13.00 SÍ-TB G12

Sunnudagin, 21.02.16: 14.30 SÍ-TB G16

Sunnudagin, 21.02.16: SÍ-Fleyr MU

Sunnudagin, 21.02.16: SÍ-TB G14

Sunnudagin, 21.02.16: Mjølnir-Fleyr KvU

Sunnudagin, 21.02.16: Fleyr-SÍ D16