(Porto) Dagsins leikari í steypafinaluni leygarkvøldið hevur lagt tann dystin afturum seg og fokuserar nú uppá landsdystin móti Portugal.
Símun Rógvi Hansen hevur seinastu dystirnar verið á A-landsliðnum sum ein av eykamálverjunum. Hann prógvaði í steypafinaluni, at hann er klárur at avrika á heilt stóra pallinum, tí hann var valdur til dagsins leikara í steypafinaluni.
– Tað var ein góður dystur frá okkara síðu. Vit standa væl á vøllinum. Vit fáa tað málið sum skal til og eftir tað halda vit teimum frá møguleikum. Tað var stuttligt at vinna finaluna og ein hugsar um tað enn, men nú eri eg við landsliðnum og nú er fokus á hendan dystin. Umstøðurnar her niðri eru fínar, hóast vøllurin er bleytur summastaðni. Stemningurin er góður og menn eru spentir til hesa stóru uppgávuna frammanfyri stóru áskoðarafjøldini. Teir koma nokk at hava bóltin meir, meðan okkara uppgáva verður at standa væl á vøllinum og kanska yvirraska, sigur Símun Rógvi Hansen við Norðlýsið.




