icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypakappingin, 1. deil d menn: KÍ-VB 2-0 (1-0): KÍ vann rímiliga sannførandi á VB í heldur dovisligum dysti

(
John Færø)

Við málum av Símuni Joensen og Erlingi Fles og enn einari brotssparksbjarging av Karstini Joensen í KÍ-málinum vann KÍ í dag (Skírishósdag) 2-0 á VB í Klaksvík.

Tað var ikki tann stóra ferðin á dystinum millum KÍ og VB í Klaksvík, og gestirnir úr Vági gjørdu ikki tað stóra fyri at økja um ferðina.

Vágbingar
verjukendir.

VB var rættiliga verjukent meginpartin av dystinum. Útgangsstøðið var óiva, at teir vildu hava minst javnleik, tí harvið høvdu teir kunna tryggjað sær atgongd til fjórðingsfinalurnar.
KÍ hevði hinvegin brúk fyri at vinna, um teir ikki skuldu siga endaligt farvæl til kappingina fyri í ár. Ein sigur vildi hinvegin geva teimum góðar møguleikar at koma í fjórðingsfinalurnar, hóast tað kortini ikki er vist enn.

KÍ-álopini vóru
ikki nóg hvøss.
KÍ var meira álopssinnað frá byrjan í dystinum og hevði nøkur innlegg í VB-brotsteigin í fyrra hálvleiki, men meginparturin av teimum vóru tó ikki serliga vandafull, og dugnaligi VB-málmaðurrin, Bjarni Johansen, tók sær lættliga av teimum flestu.

Karstin
er knáur.

Hóast VB ikki vísti tað stóra hesa løtuna í dystinum, so vóru tað júst teir, sum fingu tann størsta málmøguleikan í fyrra hálvleiki.
Hetta var, tá álopsleikarin Birgir Jørgensen varð spældur púra fríur og kundi reka við bóltinum inn ímóti tí útstormandi Karstini Joensen í KÍ-málinum.
Birgir kundi kanska havt roynt at rikið Karstin av, men hann valdi ístaðin at skjóta, áðrenn teir møttust, men tíverri fyri hann og VB, var KÍ-málmaðurin á rætta stað og blokeraði skotinum.
Karstin skuldi seinni aftur koma at vísa sítt virði sum málmaður.

Símun skallaði
hegnisliga til 1-0.

KÍ kom ikki nóg ofta fram til baklinjuna í síðunum, men sum tað leið ímóti hálvleikssteðginum, vunnu teir sær fleiri hornaspørk, og tað var júst eitt av teimum, sum løgdu upp til fyrsta KÍ-málið.
Eitt hornaspark úr vinstu álopssíðu hjá KÍ varð sent høgt innfyri, har Bjarni kanska fór eitt lítið vet skeivur av bóltinum, sum lendi hjá Símuni Joensen, ið er sera sterkur við høvdinum.
Símun leyp upp í røttu løtu, áðrenn Bjarni fekk boksað bóltin burtur, og skallaði hann í VB-málið inn við aftaru stongini og í málið.
Hetta var beint áðrenn hálvleik, og sum vera man var frøin stór á KÍ-leikarum og -áskoðarum.
Beint eftir málið varð bríkslaði Oddmar Andreasen til hálvleik.

Erling Fles
legði lok á .
Eftir steðgin kundi ein kanska rokna við, at VB fór at trýsta meira, enn teir høvdu gjørt áðrenn steðgin, tí nú vóru teir afturút – men so varð ikki.
Ístaðin helt KÍ á at hava størri part av spælinum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki gav tað úrslit.
Hetta var eftir uppspæl úr vinstru síðu, har Rúni Elttør, sum mitt í fyrra hálvleiki var komin inn fyri skadda Atla Danielsen, ið sendi ein langan bólt fram í VB-brotsteigin, har hann fór heilt tvørturum til Arnold, sum frá byrjan av 2. hálvleiki varð skiftur inn fyri leikandi venjaran Jan Joensen.
Arnold sendi bóltin innfyri aftur, har væl leikandi og stríðfúsi Erling Fles mitt fyri málinum skallaði farm við Bjarna dygst úti við vinstru stong og í mál til 2-0.

Karstin bjargaði enn
einum brotssparki.

Vit hava sagt tað fyrr og kunnu endurtaka, at Karstin Joensen KÍ-málmaður hevur serligt tev fyri at bjarga brotsspørkum.
Hann er kvikur á fótum, er púra kaldur og hevur tí fortreytir fyri at bjarga skotum úr stuttari fjarstøðu.
Í Klaksvíkskappingini tók hann onkur brotsspørk, og aftur ímóti AB var hann upp á spæl, og nú ímóti VB endurtók hann bragdið.
Tað var Jan Andreasen, sum vísti góð málmansevni við at bjarga við hondini á strikuni, sum eisini kostaði honum reyða kortið.
Hetta hendi, tá tað restaði umleið eitt korter av dystinum, og eitt VB-mál kundi tí fara at kosta KÍ dýrt, men Karstin vildi tað altso annarleiðis.
Ikki tí – skotinum bagdi einki, men Karstin tveitti seg bara rættan veg …. og bjargaði til stóra frøi fyri viðleikarar og áskoðarar.
Nú bleiv árinið júst tað øvugta – KÍ helt fast um 2-0 leiðsluna restina av hesum dystinum, sum ikki fer í søguna sum tann mest ferðmikli, men KÍ-leikararnir stríddust allir fyri sakini og vóru av somu orsøk sjáldan hóttir av VB.

KÍ-liðið, sum
byrjaði inni:

Karstin Joensen í málinum.
Alexander Djordjevic og Jan Andreasen í miðverjuni.
Atli Danielsen í høgru og Sámal Eyðfinn Poulsen í vinstru verjusíðu.
Hjalgrím Elttør, Jan Joensen, Allan Joensen, Símun Joensen, Harley Bertholsen og Erling Fles mannaðu miðvøll og álop, har Erling, Harley og Hjalgrím vóru teir mest framrættaðu og skiftu eitt sindur millum keturnar.
Í fyrra hálvleiki kom Rúni Elttør kom inn fyri Atla Danielsen, sum fekk trupulleikar við rygginum og lærinum, sum gjørdi, at hann ikki fekk runnið. Rúni kom inn á vinstra bakk fyri Sámal Eyðfinn, sum flutti yvir á plássið í høgru fyri Atla, sum fór út.
Eftir steðgin kom Arnold inn fyri Jan Joensen, og miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Ovi Nysted inn í álopi fyri Harley, men tá Jan Andreasen fekk reyða kortið, flutti Ovi aftur í miðverjuna, har hann eisini er vanur at leika.
Umframt reyða kortið til Jan A. so fekk Símun Joensen eisini gula kortið í dystinum.

Rósur til Sámal Eyðfinn.
Hann hevur ikki vant so grúðuliga leingi við KÍ í ár, men tað merkist als ikki á stóra stríðsmanninum í verjuni hjá KÍ, Sámal Eyðfinn Poulsen.
Veteranurin var góður ímóti VB, har reinu taklingarnar hjá honum fingu fólk at klappa fyri honum.
Stuttligt at síggja Sámal Eyðfinn aftur á vølli fyri besta KÍ-liðið.