Lutakastið í steypakappingini lagaði tað soleiðis, at KÍ í sínum fyrsta dysti í kappingini um Løgmanssteypið tann 17. mars skal til Gøtu at leika ímóti GÍ, so vit fáa ein rættiliga stóran dyst longu í fyrsta umfari.
Sambært heimasíðu FSFs verður fyrsta umfarið leikt tann 10. mars, men í hesum umfarinum verða tó eingi lið í Formuladeildini, tí hesi fara beinleiðis víðari til 2. umfar.
Dystirnir í fyrsta umfari verða hesir:
TB – B68
Undri – MB
FSV 04 – NÍF
LÍF – Fram
Síðani varð lutur kastaður um, hvussu sterkastu liðini skulu spæla, tá farið verður undir næsta umfarið.
Her fall luturin soleiðis, at HB skal á vitjan hjá NSÍ, og sum nevnt skal KÍ til Gøtu at dystast við GÍ.
Dystirnir í 2. umfari tann 17. mars verða hesir:
Skála – FSV 04/NÍF
ÍF – Undri/MB
TB/B68 – SÍ
LÍF/Fram – VB/Sumba
B36 – AB
GÍ – KÍ
NSÍ – HB
EB/S – B71




