Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypakappingin, fyrra hálvfinala: B36-KÍ: Eitt sindur skert KÍ-lið fer at stríðast fyri finaluplássinum

(
John Færø)

Hvørki Ovi Nysted (leikbannaður) ella Arnold Joensen (skaddur) verða við á KÍ-liðnum, sum um middagsleitið sunnudagin fer avstað til Havnar at leika fyrra hálvfinaludystin í steypakappingini ímóti B36, “men vit fara at stríðast fyri finaluplássinum”, lovar venjarin, Jan Joensen.

Í fótbólti henda tingini ofta nokkso skjótt – í so máta hevur farna vika ikki verið nakað undantak hjá KÍ.

Sum kunnugt er Rúni Elttør farin frá KÍ hesa vikuna. Nýggja lið hansara er júst mótstøðuliðið sunnudagin, B36, men sum skilst verður hann tó neyvan á liðnum longu nú.

Í øllum førum vita vit, at ymisk loyvi og formlig viðurskifti skulu vera komin upp á pláss, áðrenn ein leikari kann leika við nýggjum felag í einum kappingarári.

Arnold Joensen stríðist við pínu í beininum, ið sum skilst ikki er komin nóg væl upp á pláss aftur enn – hann verður tí ikki við í fyrra hálvfinaludystinum.

Tað sama er galdandi fyri Ova Nysted, men av øðrum orsøkum. Hann er nevniliga leikbannaður (vegna gul kort í undanfarnum dystum).

Hinvegin frættiast, at Alexander Djordjevic verður við ímóti B36.

Jan Joensen KÍ-venjari er greiður yvir, at talan er um ein sera spennandi og krevjandi dyst, men samstundis hevur hann stóra tiltrúgv til sínar leikarar.
– Sjálvandi fáa vit góða mótstøðu, men vit hava eisini eitt gott lið, og vit fara at stríðast fyri at koma í finaluna!