Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypakappingin – hvør sleppur í fjórðingsfinalurnar: Í ringasta føri má KÍ vinna 3-0 á AB fyri at koma í fjórðingsfinalu

(
John Færø)

Um úrslitini lagað seg, sum ein kann rokna við, so verður tað nóg mikið hjá KÍ bara at vinna á AB suðuri á Argjum 2. Páskadag, men um VB vinnur á EB/Streymi, B68 vinnur á NSÍ, og havnarliðini spæla javnt, so má KÍ vinna 3-0 fyri at koma víðari.

Við hjálp frá einum fótbóltskønum almannakunngjørdu vit her á blaðnum í síðstu viku eina forsøgn um úrslitini í steypakappingini, og fyri at siga sum er, so blivu úrslitini næstan 100% soleiðis, sum serfrøðingur okkara hevði spátt.

Eggjaðir av góða úrslitinum, gera vit enn eina forsøgn, nú bert eitt leikumfar restar í bólkaspælinum, sum ger av, hvørji lið sleppa at spæla fjórðingsfinalurnar.

BÓLKUR 1:

Støðan í dag:
NSÍ    12 stig +12 mál
B68      8 stig   +4 mál
FSV     7 stig   +4 mál
TB       1 stig  -20 mál

Írestandi dystirnir:

B68-NSÍ
Ilt at spáa, men latið okkum siga, at B68 vinnur 2-0, tí teir hava meira at spæla fyri. NSÍ er longu vinnari av bólkinum.

TB-FSV
Vit gita, at FSV vinnur 4-0

Við hesum úrslitum verður endaliga støðan í bólkinum henda:
NSÍ    12 stig +10 mál
B68    11 stig   +6 mál
FSV   10 stig   +8 mál
TB       1 stig  -24 mál


BÓLKUR 2:

Støðan í dag:
EB/Streymur    13 stig +13 mál
VB                     8 stig    +2 mál
KÍ                      7 stig      0 mál
AB                     0 stig   -15 mál

Írestandi dystirnir:

VB-EB/Streymur
Ilt at siga, men eftirsum EB/Streymur undir øllum umstøðum vinnur bólkin, kunnu teir hava lyndi til at verða líkaglaðir um úrslitið, so vit ímynda okkum ein 1-0 sigur til VB.

AB-KÍ
Vit geva KÍ okkara álit og rokna við, at teir enn einaferð spenna seg út og tí eisini vinna hendan týðandi dystin, har vit gita, at málmunurin verður 3-0 til KÍ.

Við hesum úrslitum verður endaliga støðan í bólkinum henda:
EB/Streymur    14 stig  +12 mál
VB                    11 stig   +3 mál
KÍ                     10 stig   +3 mál
AB                      0 stig  -18 mál


BÓLKUR 3:

Støðan í dag:
GÍ       12 stig   +3 mál
HB       9 stig    +9 mál
B36      9 stig    +3 mál
Skála    0 stig   -15 mál

Írestandi dystirnir:

B36-HB
Í okkara forsøgn í síðstu viku, roknaðu vit við, at B36 fer at fáa hevnt fyri tapið í fyrra dystinum, men nú rokna vit við einum 1-1 javnleiki.

GÍ-Skála
Latið okkum gita, at GÍ vinnur 3-0

Við hesum úrslitum verður endaliga støðan í bólkinum henda:
GÍ       15 stig   +6 mál
HB      10 stig   +9 mál
B36     10 stig   +3 mál
Skála     0 stig  -18 mál


Tað er sanniliga meir enn eitt sindur óvist, um úrslitini 2. páskadag verða júst tey omanfyrinevndu, men skuldi tað hent, so verður tað ein spurningur, um tað verður KÍ ella B36, sum kvalifiserar seg til fjórðingsfinalurnar sum tann seinni trý-arin.

Á talvunum omanfyri eru málmunirnir júst teir somu hjá liðunum báðum, men um vit ikki hava misskilt okkurt, so verður tað KÍ, sum í hesum førinum kemur víðari, tí liðið tá hevur skotið fleiri mál enn B36 (akkurát eitt mál meira!!).

Men her er eisini nógv sera óvist, so sum:
1) Vinnur B68 veruliga á NSÍ á Toftum ?
2) Vinnur VB veruliga á EB/Streymi suðuri í Vági ??
3) Fara HB og B36 veruliga at spæla javnt í Gundadali í einum møguliga avgerandi dysti teirra millum, har bæði liðini vita, at tey hava brúk fyri sigri, um tey skulu vera púra vís í at koma víðari ???

Um onkrir av hesum gitingum okkara ikki henda, so hevur KÍ bara tørva at vinna dystin ímóti AB (ella í onkrum føri kann tað verða, at teir klára seg við einum javnleiki), so samanumtikið kemur KÍ helst víðari, um teir vinna á AB – men sum sagt: skulu teir verða púra vísir, so er kravið ein 3-0 sigur.