Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypakappingin – lutakastið um 4. finalurnar: KÍ skal út á Toftir í 4. finaluni

(
John Færø)

Lutakastið um fjórðingsfinalurnar varð almannakunngjørt av Sjónvarpi Føroya í ítróttasendingini 3-2, har luturin fall á hesar dystir: B68 – KÍ, GÍ – FSV, EB/Streymur – B36 og NSÍ – HB. Dystirnir verða leiktir sunnudagin 4. mai.

Tað verða 4 spennandi fjórðingsfinaludystir, sum allir verða leiktir í Eysturoynni annan sunnudag.

Allar forsagnir eru og verða gitingar, tí sum kunnugt er bólturin rundur, og nógv óvæntað kann henda, men hóast tað, so loyva vit okkum enn einaferð (við hjálp frá góðum fólki) at geva okkara boð upp á úrslitini – við størsta fyrivarni:

B68 – KÍ
Úrslitið av hesum dysti er ógvuliga nógv treytað av dagsforminum hjá liðunum báðum, sum higartil hava sýnt óstøðug avrik. Vit hella tó eitt lítið sindur meira til KÍ sum vinnara, men munurin er sera lítil. B68 hevur heimavøll, sum vanliga er ein fyrimunur, men hinvegin hevur KÍ meir enn viðhvørt klárað seg væl á Toftum.

GÍ – FS Vágar
Eftirsum gøtumenn hava heimavøll, er GÍ okkara besta boð upp á ein vinnara, men FS Vágar kann arga og bera orð fyri at vera eitt gott "cup"-lið. Tað hevur KÍ eisini fingið at merkja, og teir vóru eisini sera nær við at koppa GÍ í hálvfinaluni í 2001.

EB/Streymur – B36
Sera ilt at spáa um úrslitið av hesum dysti millum eitt heimalið, sum so avgjørt hevur verið "kometin" í føroyskum fótbólti higartil í ár, og eitt meira siðvant lið úr høvuðsstaðnum, sum hevur nógv kend nøvn á liðnum. Út frá avrikunum higartil í ár rokna vit tó við, at liðið úr Sundalagnum vinnur dystin.
NSÍ – HB
HB hevur altíð verið eitt sera gott "cup"-lið, og teir hava eisini steypafinaluna í fjør at hevna ímóti NSÍ, ið sum kunnugt gjørdist steypavinnari í 2002. Eisini hava teir ein sera týðandi leikara í áleyparanumr Andrew av Fløtum, sum veruliga hevur bjargað teimum í steypakappingini higartil. Um tað ikki var fyri honum, so hevði HB nú verið úti av steypakappingini.
Kortini rokna vit við NSÍ sum vinnara av hesum dysti. Teir hava higartil víst góðan stabilitet í teirra avrikum, og so hava teir eisini kappingina um FM-heitið at hevna ímóti HB, sum vann tann í fjør fyri FM-heitið so avgerandi dystin í Runavík ímóti NSÍ.
Okkara boð eru sostatt, at KÍ, GÍ, EB/Streymur og NSÍ koma víðari í hálvfinalurnar.