Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypavinnarar 3. árið á rað

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá KÍ vístu, at tað var klassamunur á teimum og so mótstøðuliðnum ídag, EB/Streymur. Á Tórsvølli vunnu tær heili 15-0 í finaluni og eisini steypið til ognar.

Í kvinnudystinum ídag á Tórsvølli í Havn, vístu KÍ kvinnurnar rættuliga hvat tær megna. Fyrstu fáu minuttirnar hómaðist eitt sindur av fjáltri, men tað var skikkuliga skjótt at KÍ-kvinnurnar vístu hvat tær ætlaðu og sum hálvleikurin gekk, legði KÍ seg fullkomuliga á dystin. Hálvleiksstøðan gjørdist 10-0.
Í seinna hálvleiki byrjaðu KÍ kvinnurnar har tær sleptu í fyrra og tað var sera sjálvdan at EB/Streymur slapp fram móti 16 metrinum hjá KÍ. Hóast Malena Josephsen skoraði 9 mál, sum kanska kundi leitt hugsanina inn á einmansavrik í dystinum, so var als ikki talan um tað.
Liðið spældi sum ein eind og brúkti alla breiddina av vøllinum og flestu málini vórðu skoraði eftir frálík innlegg úr síðunum, bæði frá Vivian og Rannvu.
Gongdin í dystinum gjørdist ongantíð spennandi, tí til tað var KÍ liðið alt ov sterkt, men sjálvandi fingu KÍ viðhaldsfólkini eina sera hugnaliga uppliving.
Kvinnurnar hava nú verið steypavinnarar fýra ferðir og tríggjar ferðir á rað.
Beint eftir steypahandanina, tók Jørgin Ellingsgaard orðið og við einum gávukekki frá Áhugafelagnum uppá 20.000 krónur, ynskti hann kvinnunum tillukku við sigrinum og góðan túr til Póllands, har tær um góðar 14 dagar skulu leika Europa Cup dystir.
Eisini Norðlýsið ynskir kvinnunum tillukku við sigrinum.