Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypavinnararnir í Mjølni heiðraðir

Oliver Joensen

Eftir sigurin á ÍF í steypafinaluni leygardagin, komu Mjølnir-leikararnir aftur til Klaksvíkar við steypinum.

Steypavinnararnir í Mjølni heiðraðir av býráðnum:
Mjølnir eitt virðiligt umboð fyri Klaksvík

Eftir sigurin á ÍF í steypafinaluni leygardagin komu Mjølnir-leikararnir heimaftur til Klaksvíkar við steypinum, har teir vórðu heiðraðir við eina móttøku í KÍ-kafé’ini. Borgarstjórin helt eina heiðursrøðu og handaði Mjølni eina viðurkenning fyri flotta avrikið.

Í røðu síni fyri steypavinnarunum úr Mjølni segði Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri soleiðis:

Góðu tit øll í Mjølni – leikarar, venjarar, hjálparfólk, stuðlar – ja øll, sum eru her í kvøld.
HJARTALIGA TILLUKKU við hesum flotta sigrinum í steypafinaluni 2007.
Eg skrivaði í míni heilsan í leikskránni, at Mjølnir er eitt framúr umboð fyri Klaksvík, og í kvøld kunnu vit enn einaferð staðfesta, at tit veruliga eru tað.
Sjáldan havi eg sæð nakað føroyskt lið spælt so væl so at siga út í eitt í ein heilan dyst – tit vóru fantastiskir í dag!!
Tað er mær sum borgarstjóra ein stór frøði at heiðra tykkum og takka tykkum fyri hetta flotta avrik í steypafinaluni og at geva tykkum allan stuðul í víðari dystunum sum koma í landskappingini.
Vit áttu kanska ikki at tosað um nakað annað í kvøld enn steypafinaluna, tí hetta er so stórt í sær sjálvum, men eg síggi tykkum ikki so ofta upp á hendan mátan, so eg loyvi mær at nevna dystin komandi vikuskiftið. Um tit spæla líka væl komandi vikuskiftið her í KÍ-høllini, so fara tit uttan iva at vinna eisini tann dystin.
Tað var stuttligt at síggja, hvussu væl tit eru samansettir sum lið, har nakrir eru, sum hava royndirnar, og so eru tað tit ungu evnaríku leikarar, sum eru komnir afturat.
Í dag spældu tit allir – eisini tit ungu – sum høvdu tit ikki gjørt annað – tað var sera stuttligt og hugaligt at síggja.

Mjølnir er mest
vinnandi felagið
Mjølnir er eitt tað mest vinnandi yvirhøvur í føroyskum flogbólti og er tí eitt av virðiligastu umboðum fyri sín heimstað, Klaksvík.
Síðan meistaradeildin í 1986 varð sett á stovn, hevur Mjølnir vunnið føroyameistaraheitið 7 ferðir, og í steypakappingini, sum byrjaði í 2000, eigur Mjølnir nú 3 sigrar.
Harumframt eigur felagið eitt ótal av heiðursmerkjum á kvinnusíðuni, sum samanlagt gera Mjølnir til eitt hitt mest vinnandi yvirhøvur í Føroyum og eitt hitt fremsta ítróttarumboð, sum Klaksvík eigur.
Tí er tað nakað heilt serligt at leika við besta liðnum hjá Mjølni.
Í dag hava tit lagt enn ein sigur aftur at stoltu søguni hjá Mjølni.
Tað er tí mær ein heiður og ein gleði at geva tykkum í Mjølni eina viðurkenning fyri hetta megnar avrik.
Síðani handaði borgarstjórin steypavinnarunum úr Mjølni eina peningagávu sum viðurkenning fyri steypakappingarsigurin 2007 og framúr umboðan fyri býin.

Harleyfacadeacryl