Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypið hjá kvinnunum á framsýning í Føroya Banka

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Stjørnuni gjørdust sum kunnugt steypavinnarar. Tá tær komu til Klaksvíkar við steypinum, mátti finnast útav hvar tað skuldi standa til næsta kappingarár.

Tá komið var til Klaksvíkar við steypinum, sum Føroya Banki hevur latið til kappingina, varð tosað um, at steypið møguliga skuldi í varðveitslu hjá leikarunum á skift. Men eftir at hava tosað aftur og fram, varð avgjørt at høvuðssponsorurin hjá kvinnunum Føroya Banki skuldi fáa steypið í varðveitslu.
Føroya Banki tók væl ímóti hugskotinum og gjørdi nógv burturúr. Steypið hevur fingið egnan sýnisglugga beint við peningaautomatina hjá bankanum, soleiðis at øll hava møguleika at síggja úrslitið av luttøkuni hjá okkara "Stjørnum" í steypakappingini.
Tá Norðlýsið var á staðnum við myndatólinum, kom Ingvi Ragnarsson, ein av trúgvu stuðlunum hjá hondbóltinum í Klaksvík framvið og sjálvandi skuldi steypið sýnast.