Klokkan sjey í kvøld legði Ternan at á Stongunum, og kvinnurnar hjá Stjørnuni kundu á fyrsta sinni bera steypið, í steypakappingini í hondbólti í 1. deild, í land í Klaksvík
Hóast býráðið ikki hevði skipað fyri nakrari móttøku í býráðshøllini, sum siður annars hevur verið, hetta komst kanska av vánaliga veðrinum, so var hópur av fólki savnaður á Stongunum, og skipað varð eisini fyri fýrverkaríði og hurrárópum.
Stjørnan hevur megnað tað ótrúliga við at vinna steypafinaluna og samstundis at liggja á odda í fyrstu deild. Tað eru bert fá ár síðani, at kreppufundur var í Stjørnuni, at avtøka av 1. deild kvinnum var á skránni, tí undirtøkan millum spælarar var so lítil. Tá søgdu royndu Stjørnurnar nei, og fleiri av teimum, sum ikki høvdu spæld í longri tíð, funnu skógvar og klæði framaftur og fóru undir venjing. Tá nýggja nevndin tók við á seinasta aðalfundinum hjá felagnum, setti hon sær høg mál og undir leiðslu av formanninum Kristoffer Ragnarsson, hevur tað gingið strúkandi higartil í kappingarárinum.
Vit fara at ynskja Stjørnini eins góðan byr framyvir.




