Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

StÍF steðgaði H71

Jákup Ósá

(Hoyvík) Í einum sera spennandi dysti eydnaðist tað StÍF – sum fyrsta liðið í ár – at vinna á H71.

Tað lá ikki beinleiðis í kortunum frammanundan, at H71, sum hevur verið í klassa fyri seg í ár, á heimavølli skuldi fáa trupulleikar av StÍF, sum undan dystinum var á triðaftasta plássi.

Men skjótt sást, at her kundi StÍF spæla við og strandingar tóktust sera uppsettir. Tíðliga í dystinum fekk StÍF eina leiðslu á 2-3 mál, men H71 fylgdi allatíðina við og kom uppá javnleik nakrar ferðir í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 13-10 til StÍF. Ein sat tó allatíðina við kensluni av, at hesin dysturin kundi fara báðar vegir, tí StÍF spældi við við færri leikarunum gjøgnum dystin og fór tí møguliga at hava færri kreftir eftir seinastu løtuna.

Pætur Johansen avgjørdi dystin

Í jøvnum dystum er tað mangan so, at nøkur heilt fá mál tykjast hava størri týdning enn onnur, tá ein hyggur aftur á dystin. Í kvøld er lítil ivi um, at Pætur Johansen átti mest avgerandi málið í dystinum. 9-10 minuttir vóru eftir av dystinum og H71 var komið uppá 17-18. StÍF var í álopi, men nú luktaðu hoyvíkingar og teirra mongu áskoðarar ein møguleika. Hondin hjá dómarunum fór eisini upp, men frá høgra bakki og úr truplari støðu smekkaði Pætur Johansen bóltin í málið til 17-19 og eftir hetta hevði StÍF brúkiligt tamarhald á dystinum og ikki fyrr enn í seinastu sekundunum kom H71 niður aftur á mun uppá 1 mál.


Grønlendarin vann á danskarunum

Ein avgerandi munur í dystinum var, at grønlendski málverjin hjá StÍF Isak Olsen stóð ein framúr dyst, meðan støðan hjá H71 bleiv best lýst við, at allir tríggir málverjarnir spældu ein part av dystinum sum tekin um, at teir høvdu trupult við at taka nakað nevnivert. Burtursæð frá seinastu minuttunum brendu StÍF leikararnir ikki nógvar møguleikar, meðan tað var øðrvísi í hinum endanum. Hjá hoyvíkingum verður nógv av spælinum bygt runt um teir báðar donsku leikararnar Peter Krogh og Mark Marcher, men hesir høvdu ikki sínar bestu dystir í kvøld. Tá hoyvíkingar komu innum verjuna, so bjargaði grønlendski málverjin sum oftast. Endaliga úrslitið var 22-21 til StÍF og so fá mál hava hoyvíkingar ongantíð skorað fyrr í hesum kappingarárinum. Samanumtikið ein spennandi dystur sum gjørdi, at H71 undir øllum umstøðum ikki fer ósigrað gjøgnum kappingina, meðan strandingar við góðum avriki prógvaðu, at teir eiga at kunna spæla við í kappingini um at fáa seinna finaluplássið. 

Harleywoodpaint