Brunnbáturin Stígabrúgv hevur nógvan laks at føra fyri tíðina. Nýggja kryvjivirkið hjá P/F Kryvjing er rættuliga komið upp at koyra og kryvir nú um 90 tons av laksi um dagin í tveimum vaktum.
Alifyritøkurnar Faroe Salmon og East Salmon hava nú avgjørt, at Stígabrúgv skal sigla fisk úr Hvannasundi norður og Suður, úr Haraldssundi, av Pollinum og av Borðoyarvík, so báturin hevur nú eitt stórt virkisøki.
Stígabrúgv tekur uml. 40-45 tons av livandi laksi í brunnin hvørja ferð og fiskurin verður pumpaður livandi úr bátinum og niðan í móttøkuna hjá P/F kryvjing. Tað tekur bert umleið tveir tímar at pumpa tey 40-45 tonsini upp úr bátinum.
Stígabrúgv siglir tríggjar túrar ella tveir túrar um dagin. Tríggir mans hoyra til bátin og í eini skiftisskipan eru tveir mans umborð á bátinum hvønn dag.




