Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stimbrandi og savnandi búskaparpolitikk – heldur enn tálmandi og spjaðandi samgongupolitikk

Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen

Føroyar hava tørv á stimbrandi og savnandi búskaparpolitikki, heldur enn tálmandi og spjaðandi samgongupolitikki. Tí hevur andstøðuminnilutin í fíggjarnevndini (Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) – vegna allar andstøðuflokkarnar (Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn) – lagt fram felags fíggjarkarmar, ið vísa eina aðra politiska kós enn tann, ið samgongan fremur.

Føroyar hava tørv á stimbrandi og savnandi búskaparpolitikki, heldur enn tálmandi og spjaðandi samgongupolitikki. Tí hevur andstøðuminnilutin í fíggjarnevndini (Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) – vegna allar andstøðuflokkarnar (Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn) – lagt fram felags fíggjarkarmar, ið vísa eina aðra politiska kós enn tann, ið samgongan fremur.

Hetta er neyðugt, tí samgongan fremur framhaldandi skeivan fíggjar- og búskaparpolitikk.

Eins og fíggjarkarmar og fíggjarlógir higartil hjá samgonguni, manglar eitt yvirskipað mál fyri okkara land, og síggjast ongar visjónir ella bjartar ætlanir í fíggjarkørmunum.

Hartil tykist onki verða gjørt við veruligu høvuðsavbjóðingarnar, ið samfelagið hevur. Tvørturímóti, so verður í fleiri førum framdur politikkur, ið ger trupulleikarnar størri.

Tálmandi samgongupolitikkurin seinkar framgongd

Í staðin fyri at skapa álitsvekjandi politikk og ein politikk, ið stimbrar búskapin, fremur samgongan ein tálmandi politikk, ið skapar ótryggleika hjá nógvum húsarhaldum. Í fleiri førum eru framd átøk, sum sagt verður spara, men sum í veruleikanum ikki gerast til sparingar á fíggjarlógini, tí hesar minka um privatu nýtsluna og harvið lækka inntøkur landsins. Ein sera neilig ringrás.

Dømi um samgonguátøk, ið ikki stimbra samfelagið:

Fremja ikki átøk í heildarætlanini fyri fólkavøkstur

Økja um munin á realløn hjá lágløntum og háløntum

Senda stóra pensjónsskattarokning til lág- og miðallønt

Hava ikki givið lønarframskrivingar til fleiri øki, og minka harvið talið av størvum

Hækka ferðaseðlaprísirnar við SSL við 10% og stilla útjaðaran verri

Lækka rentustuðulin, og ger tað fíggjarliga tyngri fyri húsarhald við stórum lánum.

Lækka lestrarstuðulin uttanfyri Norðurlond, ið kann minka talið av lesandi uttanfyri DK.

Hava minkað játtan til fyritíðarpensjónistar

Skert játtanina til Fróðskaparsetrið við niðurskurði og manglandi lønarframskrivingum

Minkað játtan til Mentanargrunn Føroya við 20%.

Undirgravað inntøkugrundarlag landsins við at lata ófíggjaðan flatskattalætta, samstundis sum framtíðar pensjónsskattainntøkur verða brúktar nú og koma at mangla hjá komandi ættarliði.

Avtikið einasta óhefta tjóðarbúskaparliga stovn Føroya – Landsbanka Føroya

Hækka ríkisveitingina og harvið gjørt búskapin meira heftan at donsku ríkisveitingini

Útvald átøk at stimbra framgongd

Minnilutin í fíggjarnevndini vísir á aðra kós fyri Føroyar. Skerjingarnar av grundleggjandi tænastum og stovnum verður strikað, og hartil verða fleiri stimbrandi átøk framd í minnilutaálitinum og andstøðufíggjarkarmunum, millum hesi eru:

21 mió. kr. til at hækka barnafrádrátt úr 6500 upp í 8000 kr. árliga pr. barn.

2,6 mió. kr. til at hækka barnaískoytið til stakar uppihaldarar úr 544 upp í 800 kr. mánaðarliga pr. barn.

Øll átøkini í heildarætlanini fyri fólkavøkstur eru við – samanlagt 32,5 mió. kr í 2014.

11 mió. kr. eyka til útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum

15 mió. kr. eyka til vinnugranskingarsamstarv millum Fróðskaparsetrið og vinnulívið

8 mió. kr. til at seta gongd á at byggja nýtt Havrannsóknarskip (hartil eru støðlaðar nærum 20 mió.),

5 mió. kr. til at fara undir fyrstu stigini til eitt Tjóðleikhús (hartil er støðlað upphædd),

3 mió. kr. til at fara undir at digitalisera bandasavn hjá KVF (3 mió. kr. árliga í 10 ár)

4 mió. kr. til lestraríbúðir (hartil fígging frá Bústaðir)

3 mió. kr. til at tillaga verandi bygning til ein føroyskan eftirskúla + játtan til rakstur.

5 mió. kr. til Orkugrunn, ið skal stuðla grønum orkuverkætlanum kring Føroyar,

2,7 mió. kr. til at fáa føroyskt inn í fartelefonir og teldur og uppraðfesting av Nám.

2,5 mió. kr. til miðnámskúlatilboð til ung við serligum avbjóðingum.

2,5 mió. kr. til Fountainhús og játtan at fáa burtur bíðilistar til barnapsykiatri.

1,5 mió. kr. til Mentanargrunnin og 500.000 í eykajáttan til Føroya Symfoniorkestur..

Økt játtan til íverksetarahús og heildarætlan fyri átøk at stimbra ferðavinnuna.

Hartil skulu samferðsluútbyggingingar raðfestast eitt nú 7 mió. kr. til at gera seinastu kjarnuboringarnar, ið skulu til fyri at meta um, hvat skal til fyri at gera ein framtíðar Sandoyartunnil, 3 mió. kr. til at fyrireika Hvalbiartunnil, 3 mió. kr. til samferðsluloysn til Skúvoyar og 5 mió. kr. til útgerð til smærri tunnilsverkætlanir.

Endurstovnan av Landsbanka Føroya, burtur við blokkhækking og játtan til heimtøku av ábyrgdini av útlendingaøkinum eru eisini millum átøkini, eins og dentur verður lagdur á, at gongd má setast á nýskipanirnar av stóru samfelagsøkjunum.

Hartil eru ein røð av øðrum átøkum bæði á inntøku og útreiðslusíðuni, ið samanlagt geva eitt úrslit í fíggjarkørmunum fyri 2014 á -165 mió. kr., í mun til eitt hall á -235 mió. kr. í fíggjarkørmunum hjá samgonguni.

Andstøðan vil fremja stimbrandi búskaparpolitikk

Samanumtikið mæla Tjóðveldi og hinir andstøðuflokkarnir – Javnaðarflokkurin og Framsókn – til, sum skjótast, at broyta skeiva búskaparpolitikkin.

Tí við einum stimbrandi, álitsvekjandi og málrættaðum búskaparpolitikki, ber til at venda undirskoti til yvirskot, samstundis sum samfelagið verður ment á øllum teimum økjum, ið skulu mennast fyri at skapa framburð.

Minnilutauppskotið til fíggjarkarmar vil tryggja føroyingum einar Føroyar í 2014, ið stíla fram ímóti fylgjandi málum:

  1. Fólkavøkstur
  2. Føroyar fyri øll
  3. Sjálvbjargnar Føroyar
  4. Útbúgving og mentan í heimsflokki
  5. Vakstrarskapandi nýskipanir
  6. Menning kring allar Føroyar

Fyri at røkka hesum máli skulu ein røð av málrættaðum átøkum setast í verk komandi árini – átøk, ið eru partar av teimum fíggjarkarmum, ið minnilutin í fíggjarnevndini hevur lagt fyri Løgtingið.