Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stine Bosse í uppskoti sum nýggj nevndarforkvinna í BankNordik

tíðindaskriv

Á tí komandi aðalfundi bankans verður skotið upp at velja nýggjar aðalfundarvaldar nevndarlimir. Núverandi aðalfundarvaldu nevndarlimirnir fara frá. Hesir eru formaðurin Klaus Rasmussen, fyrrverandi ríkisgóðkendur grannskoðari, næstformaðurin Jens Erik Christensen, fyrrverandi forstjóri í Codan, Niels Vestermark, fyrrverandi økisstjóri í Sydbank, umframt Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum.

Á tí komandi aðalfundi bankans verður skotið upp at velja nýggjar aðalfundarvaldar nevndarlimir.

Núverandi aðalfundarvaldu nevndarlimirnir fara frá. Hesir eru formaðurin Klaus Rasmussen, fyrrverandi ríkisgóðkendur grannskoðari, næstformaðurin Jens Erik Christensen, fyrrverandi forstjóri í Codan, Niels Vestermark, fyrrverandi økisstjóri í Sydbank, umframt Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum.

Tveir partaeigarar, Fíggingargrunnurin frá 1992 og Henrik Lind Invest ApS, skjóta upp at fylgjandi verða vald inn í nevndina á komandi aðalfundi: Stine Bosse, fyrrverandi forstjóri í Tryg, er í uppskoti at gerast forkvinna, Rúni Vang Poulsen, forstjóri í Smyril Line, Súsanna Poulsen, forstjóri í Hjelmeland Sparekasse í Noregi, umframt Jógvan Jespersen, stjóri í Reiðarafelagnum fyri nótaskip.

Fráfarandi nevndarformaðurin Klaus Rasmussen viðmerkir:

“Upp á eitt ella annað tíðspunkt er stundin komin at skifta manning, og nú tykist tann stundin at vera komin.

Fráfarandi nevndarlimirnir hava tilsamans sitið í nevndini í heilt nógv ár. Limirnir hava verið við til at børsskráseta BankNordik og føra bankin gott ígjøgnum fíggjarkreppuna. Samstundis er bankin mentur heilt nógv, har hann nú virkar í fleiri londum og er meiri enn tvífaldaður í stødd seinastu sjey árini. Seinastu árini er tað eydnast væl at tillaga fyritøkuna, og nýggjasti roknskapurin vísir ein sterkan banka við góðum búskapi, sum er tilreiðar at mennast víðari.

BankNordik er blivin ein áhugaverd fyritøka, sum megnar at lokka góða arbeiðsmegi – eisini til nevndina. Tað er sera gleðiligt, at tað er eydnast at fáa eina so dugnaliga og køna kvinnu sum Stine Bosse í nevndina. Hon hevur staðið á odda fyri eini av størstu fíggjarligu fyritøkunum í Norðanlondum og eftirfylgjandi sitið í nevndini fyri størsta norðurlendska bankanum, Nordea, umframt í eini av størstu fyritøkunum í Evropa, týska fíggjarsamtakið Allianz. Tað sigur ikki so lítið um bankans sterku støðu, at hon vil átaka sær at bera stafettina víðari, og eg ynski henni bestu eydnu við framhaldandi at menna bankan.”