Gjáranáttina fingu Karl og Hanna Isaksen óboðnar gestir, og meðan tey bæði svóu á loftinum var herverk framt í køkinum og stovuni í miðhæddini
Tað má sigast at nógv er hent í myrkrinum seinastu nátt.
Hanna og Karl Isaksen hava búð á Víkavegi í 54 ár og ongantíð áður hava tey upplivað nakað líknandi.
– Tá eg kom inn í køkin í morgun var eg beinanvegin varðug við at okkurt varð á vási.
– Ljósið í køkinum og stovuni var tendrað og ymiskt órudd lá og sløddist á gólvinum.
– Telefonin var skrødd úr vegginum og hornið burtur, og tá eg hugdi inn í stovuna vóru tvær flottar oljulampur sum vit fingu í gullbrúðargávu burtur.
– Ketilin lá brotin úti í túninum og súkla sum ommudótturin hevði standandi í túninum var tveitt upp í eitt træ, og okkurt annað var brotið eisini.
Nú verður hurðin stongd
Tá vit vóru inni á gólvinum sat Karl við køksborðið og var júst við at montera nýggju telefonina.
– Slíkt havi eg ongantíð upplivað áður, og satt at siga so eru vit bðði vorðin eitt sindur ótrygg eftir tilburðin. Nú skal hurðin steingjast um náttina, hóast hetta ongantíð hevur verið neyðugt tey 54 árini vit hava búð her, sigur Karl sum tó er fegin um at stuldurin ikki er meiri umfatandi.
Hanna vísir okkum inn í stovuna har oljulampurnar stóðu og hon undrast framferðaháttin hjá gerningsmonnunum.
– Vit hava tosað við politiið og teir hava mistanka um at gerningsmennirnir eru teir somu sum hava verið upp á spæl aðrastaðni í býnum í nátt, og kanska hava teir krógva seg fyri politiinum inni hjá okkum.
– Politiið sigur at teir løgdu til merkis at tað var ljós inni hjá okkum um fimm tíðina í morgun, so óivað hava teir goymt seg her fyri at sleppa undan politiinum.
Tey bæði Hanna og Karl undrast yvir at teirra bilur ikki bleiv stolin tí billyklarnir lógu á køksborðinum saman við fartelefonunum.




