Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjóraskifti á Elektron

Danial Viðoy

Kjartan Thomassen er í dag farin frá sum stjóri á Elektron og hevur tikið við starvinum sum tekniskur stjóri í fyritøkuni.

Tíðindaskriv frá Elektron

“Kjartan Thomassen er í dag farin frá sum stjóri á Elektron og hevur tikið við starvinum sum tekniskur stjóri í fyritøkuni.

Hann fer sostatt aftur í starvið, sum hann røkti, áðrenn hann tók við stjórastarvinum í 2014. Av persónligum ávum fer Kjartan Thomassen tó at vera í farloyvi næstu tíðina.

Ulla Joensen er samstundis sett sum fyribilsstjóri eftir Kjartan. Ulla hevur síðani 2002 starvast sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari á Elektron, har hon eisini hevur verið partur av dagligu leiðsluni í fyritøkuni.

Í sambandinum við viðskiftafólk og aðrar samstarvspartar hevur Ulla eisini verið við til at mynda Elektron.”

Hesum hevur nevndin boðað frá.

Harleywoodpaint