Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjóraskifti á Heilsøluni

John William Joensen

24 ára gamli Eyðfinn Olsen tók í dag við sum stjóri á Kjølbro Heilsølu

Nýggi stjórin er einans 24 ára gamal men hóast unga aldurin so hevði fráfarandi stjórin Jákup Mikkelsen ongan iva um evnini hjá Eyðfinn.
– Sjálvur hevði eg Eyðfinn í skúlanum og hann hevur eisini starvast á Heilsøluni og tí vóru eg og konan samd um at hann var rætti avloysarin.

Jákup Mikkelsen sum hevur verið stjóri á Heilsøluni í 12 ár gjørdist ikki sørt rørdur, tá hann hugsaði um tey mongu starvsfólkini, sum hava starvast á heilsøluni eisini áðrenn hann saman við øðrum yvirtóku heilsøluna fyrst í 90 unum.

Nýggi stjórin var sera fegin um møguleikan hann hevði fingið at leiða Heilsøluna og helt at hansara fremstu evni vóru tey diplomatisku og tey fór hann uttan iva at fáa brúk fyri.