Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjóraskifti á Sendistovuni

Sendistovan

Í dag eru broytingar framdar í leiðsluni á Sendistovuni. Niels Arge Galán settur sum stjóri á Sendistovuni.

Í dag eru broytingar framdar í leiðsluni á Sendistovuni.

Fráfaringaravtala er gjørd við Allan Dalsgarð, sum fer frá sum stjóri, og fer at leita sær nýggjar avbjóðingar.

Samstundis er Niels Arge Galán settur sum stjóri á Sendistovuni og tekur við frá í dag at rokna. Niels kemur úr starvi sum Kreativur stjóri á Sendistovuni, sum hann eisini var við til at seta á stovn í 2007.

Umframt hetta hevur Niels Arge Galán seinastu árini verið formaður í Samskifti, sum er vinnufelagið hjá samskiftisvinnuni í Føroyum undir Vinnuhúsinum. Harafturat er Niels Arge Galán nevndarlimur í Tutl International P/F.

“Eg vil takka nevndarformanninum fyri álitisváttanina, og vil gera alt fyri, at okkara sera dugnaligu starvsfólk og kundar hava gott í væntu”, sigur Niels Arge Galán.

Sendistovan er ein av størru samskiftisfyritøkunum í Føroyum og tænir kundum við virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Á Sendistovuni starvast 23 fólk.