Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjóraskifti á Smyril Line

Oliver Joensen

Í dag hevur nevndin á Smyril Line avgjørt at seta Peter Holm í starv sum nýggjan stjóra á Smyril Line.

Peter Holm er 39 ár og útbúgvin Cand.Merc. í fígging og rokniskapi. Seinastu 8 árini hevur hann starvast sum stjóri á Kaupting í Føroyum.

Samstundis er Rúni Vang Poulsen settur sum varastjóri í felagnum. Rúni er 32 ára gamal og hevur seinastu 3 árini starvast sum fíggjarstjóri á Smyril Line.

Seinastu árini hevur Smyril Line ikke megnað at givið eitt munagott avkast til partaeigarnir hjá felagnum, og hetta er ikki nøktandi.

Í arbeiðnum við at venda gongdina hjá felagnum hevur ósemja tikið seg upp ímillum fráfarandi stjóra, Andras Róin, og nevnd felagsins og eru partarnir vornir samdir um at enda samstarvið.