Søkt verður eftir einum framskygdum og dugnaligum stjóra til Tjóðsavn Føroya.
Søkt verður eftir einum framskygdum og dugnaligum stjóra til Tjóðsavn Føroya.
Starvið
Nú Forminnissavnið og Náttúrugripasavnið verða skipað í Tjóðsavn Føroya, verður lýst eftir einum framskygdum og virkisfúsum stjóra at leiða Tjóðsavnið.
Høvuðsuppgávur
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum verður at menna náttúru- og mentanarsøguliga høvuðssavn Føroya til eitt viðkomandi og spennandi savn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking, vitan og fragd.
Stjórin á Tjóðsavni Føroya skal standa á odda fyri og varða av virksemi, starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og myndugleikauppgávum í samsvari við lógarásetingarnar á økinum. Stjórin skal kunna vísa á nýggjar leiðir og megna at flyta virkisøkið fram á leið.
Ein av fyrstu uppgávum stjórans verður at skipa stovnin av nýggjum í samráði við starvsfólkið.
Tjóðsavn Føroya er ein fjølbroyttur vitanarstovunur við umfatandi virkisøki. Høvuðsuppgávurnar hjá Tjóðsavninum eru hesar:
- at savna, skráseta, varðveita og granska, føroyskan mentanararv,
- at granska, skjalprógva og breiða út vitan um ta livandi føroysku náttúruna í fortíð og í framtíð,
- at sýna fram og miðla vitan um mentan og náttúru,
- at breiða út kunnleika um savnið og virkisøki tess,
- at veita almenningi, stovnum, granskarum og øðrum ráðgeving og savnstænastur,
- at styrkja sambond við viðkomandi partar innan náttúru og mentanararv innlendis og uttanlands,
- at útinna myndugleika í sambandi við friðing av hvali, fulgaveiðu og ræning av eggum,
- at útinna myndugleika viðv. fornlutum í havinum, friðaðum kirkjum, bygningum og jarðfestum fornminnum,
- at umsita myndugleikauppgávur, ið verða lagdar til stovnin, so sum stuðulsveiting og at hava eftirlit við bygdasøvnum og mentanarsøguligum skipum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi hægri akademiska útbúgving.
Umsøkjarar eiga at hava viðkomandi leiðsluútbúgving ella hollar royndir í at leiða. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur hollan kunnleika til og arbeiðsroyndir á savnsøkinum.
Persónlig førleikakrøv
Umráðandi er, at tann sum verður settur:
- hevur góð leiðslu- og samstarvsevni,
- hevur ein mennandi og kveikjandi leiðslustíl,
- hevur góðar samskiftisførleikar,
- dugir at seta greið mál og skapa úrslit,
- er ágrýtin og tænastuhugaður,
- er til reiðar at taka truplar avgerðir,
- er til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar,
- er opin og útvendur í sínum virksemi, og
- dugir at røkja samband og at samstarva við aðrar viðkomandi myndugleikar og áhugapartar.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt í 37. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%.
Skotið verður upp, at starvið verður áramálssett í 5 ár. Latin verður ein ikki eftirlønargevandi áramálsviðbót. Viðbót og treytir verða avtalaðar við Mentamálaráðið og eru treytaðar av góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum.
Setanarøkið er Mentamálaráðið, hini stjórnarráðini og stovnar undir stjórnarráðunum. Tænastustaðurin í løtuni er Tjóðsavn Føroya.
Umsókn
Umsóknir við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing (cv) og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Ella: mmr@mmr.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. apríl 2017. Starvið verður sett skjótast til ber.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra, tel.: 555010; ella Martin Næs, deildarstjóra, tel.: 555040.




