Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjórin á Landsbókasavninum leggur frá sær

Helgi Abrahamsen

”Tað hevur verið stravið – øgiliga stravið. Hetta hevur verið nakað av tí stravnasta, eg havi upplivað.”

”Tað hevur verið stravið – øgiliga stravið. Hetta hevur verið nakað av tí stravnasta, eg havi upplivað.” Tað sigur Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, sum tann 31. august hevur sín seinasta arbeiðsdag á savninum.

Erhard sigur, at avgerðin um at gevast er hansara egna, og høvuðsorsøkin er, at hann hevur aldur at gevast. Men spurdur um rokaliga støðan á Søvnum Landsins eisini hevur gjørt sítt til, at hann gevst, svarar hann, at tað er ikki høvuðsorsøkin, men um umstøðurnar høvdu verið øðrvísi, so hevði hann kanska hildið áfram eina tíð afturat.

”Umstøðurnar hava verið út av lagi ringar. Tað hevur verið ov lítið at gjørt gott við, bæði fíggjarliga og í manglandi uppbakking bæði frá myndugleikunum og frá leiðsluni,” sigur hann.

Erhard Jacobsen er 67 ár, og hann byrjaði í starvinum í 2011. Restina av hesum árinum fer hann at fáast við okkurt skriviarbeiði, og eisini hevur hann onkrar minni ítøkiligar uppgávur eftir tað.

Harleywoodpaint