Býráðsfundur verður í Klaksvík í kvøld.
Til hendan fundin eru 8 mál á skrá. Tað verður tað nakað av útskifting í mun til vanligu manningina í býráðnum. Hjá sjálvstýrinum hevur Óli M. Lassen fingið forfall. Í hansara stað kemur fyrsti eykalimur, sum er 21 ára gamli Kjartan á Gravarvø. Fyri tjóðveldi verður eisini útskifting. Steinbjørn O. Jacobsen hevur fingið forfall og tað hevur fyrsti eykalimur, Óluva Klettskarð, eisini. Tað merkir, at Jóhann Lutzen, stjóri í Norðlýsinum, tekur sæti fyri tjóðveldi í kvøld.
Fundurin byrjar kl. 17.30 og kann eins og vanligt stroymast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu www.klaksvik.fo
Skráin kann lesast HER




