Tað má vera fyrsta ferðin at ein arbeiðsgevari blandar seg uppí nevndarvalið hjá einum fagfelag men tað gjørdi postverkstjórin í brævi til Føroya Postfelag í februarmánaða
Í brævinum kemur greitt fram at postverksstjórin sær Føroya Postfelag sum fígginda hjá Postverki føroya.
Vit endurprenta brævið frá postverksstjóranum niðanfyri:
Innbjóðing til komandi nevnd í Føroya Postfelag
Nú árligi aðalfundurin hjá Føroya Postfelag stendur fyri framman, havi eg hesa innbjóðing:
Sum skipari á skútuni “Pf.. Postverk Føroya”, vil eg fegin bjóða nýggju fakfelagsnevndini umborð.
Tað vil eg gera við at bjóða komandi fakfelagsforkvinnuni/-formanninum við á leiðslufundirnar í partafelagnum. Ein treyt fyri at luttaka á hesum fundum er tó, at nýggja/nýggi forkvinnan/formaðurin kann liva upp til tey krøv, ið verða sett til hinar fundarluttakarnar – tvs. til leiðarnar í partafelagnum.
Míni krøv til hvønn einstakan leiðara í PF. Postverk Føroya eru m.a., at viðkomandi
er arbeiðssamur og loyalur móti virkinum
sær eina konkreta uppgávu fyri sær, heldur enn at vera leiðari bert fyri at fáa ávirkan og vald
er før/førur fyri at samskifta á ein ópolitiskan hátt – td. við at leggja øll kortini á borðið, tá trupulleikar stinga seg upp.
Eg ynski partnaraskap millum leiðslu og fakfelagsnevnd. Av somu orsøk eri eg spentur uppá, hvør verður valdur til forkvinnu/formann á komandi aðalfundi, og hvør verður vald/valdur inn í nevndina.
Eg vóni, at komandi nevnd kemur við nýggjum impulsum – tvs.
hyggur frameftir
er arbeiðssom
er kunnandi
luttekur aktivt í menningini av virki okkara.
Við øðrum orðum vóni eg, at komandi fakfelagsnevndin verður mannað við persónum, ið virka proaktivt, so okkurt konkret og vinnurættað kemur burturúr fakfelagsarbeiðnum. Eisini vóni eg, at margfelni fer at eyðkenna komandi fakfelagsnevndina – tvs.
at eitt rímiligt kynsbýti er
at teir ymisku fakbólkarnir eru umboðaðir javnbýtt í nevndini
at tað eru fólk úr fleiri pørtum av landinum, ið manna nevndina.
Søguligt hava leiðslan og fakfelagsnevndin verið mótpartar. Eg vóni at talan verður um partnarar eftir 24. februar 2007.
Vinarlig heilsan
Sofus
Føroya Postfelag svarar stjóranum
Í svar skrivið ger postfelagið greitt at tað ikki er rætt av stjóranum at blanda seg uppí virksemið hjá einum starvsfólkafelag.
Svarskrivið frá fyrrverandi formanni formanni í Føroya Postfelag, Sunleivi Højgaard, er endurgivið her:
Viðmerkingar til ynnanýsiskunning 687, har skiparin skrivar.
Felagið er fegið um, at skiparin á skútuni, hevur so stóran áhuga fyri fakfelagnum hjá postfólki, hetta kundi boðað frá góðum.
Hinvegin kennist tað nakað løgi, at hann endar skriv títt við at lýsa søguligir mótpartar?
Søgan vit kenna sigur, at tað hevur verið tveir partar, við áhuga fyri Postverki Føroya, og mangan í felag hava stýrt somu kós. Samstarv hava verið, bæði tá ið talan hevur verið um myndugleika krøv sett hava verið, og tá ið kósin skuldi haldast. Ein virkin samstarvsnevnd hevur eisini verið við at laga uppí garðin.
At skiparin bjóðar einum nýggjum “formanni/kvinnu” vælkomin, og at luttaka á fundum hjá leiðsluni, verður helst heilsa vælkomið. Ikki nakað nýtt, men heldur eru tær treytir skiparin setur óvanligar.
Ein kann fáa kenslu av, at skiparin vil halda um allar róðurspinnar sum finnast á økinum.
Gleðiligt er, at skiparin er spentur, men gott hevði verið, at hann læt demokratisku mannarættindini verða galdandi.
Tað at skiparin hevur ætlanir at innføra lønarviðbøtur, har skiparin skal meta um, hvørs starvsfólk hava uppiborið viðbót, ljóðar ikki so demokratiskt. Aðrastaðnis hevur hetta verið rópt sleikjaraviðbót.
Vit vóna tó, at semjast kann um eina skipan, sum flest øll kunna góðtaka, og at vit kunna fylgja teimum reglum arbeiðsmarknaðurin hevur skipað seg eftir.
Heimurin hevur, tey nógvu seinastu árini, havt alsk til demokratiið. Einstakir hava verið, sum hildu at teir kundu liva og látast, sum teimum listi, og hevur tað í flestu førum fingið ein syrgiligan enda. Demokratisku reglurnar og rætturin hjá tí einstaka til at velja, er hóast alt tað, tey flestu av okkum velja at góðtaka og fylgja.
Fara at heita á skiparin, sum eftir okkara fatan leggur seg útí hvussu Føroya Postfelag skipar seg, um at sýna virðing fyri starvsfólkinum í Postverki Føroya. Postfelagið hevur ikki blanda seg uppí, hvør myndar leiðsluna í postverkinum, og vóna at postverksstjórin kann liva við, at limir felagsins sjálvir gera av, hvussu og hvønn teir velja.
Vit velja tó at trúgva, at skiparin veruliga hevur alsk fyri felagnum hjá postfólki, og vóna tí eitt gott og framatrætt samstarv, har tað eins og nú, ikki er talan um makt, men um virðing fyri rættindum.
Soleiðis heitir nevndin í Postfelagnum á limir felagsins um at koma á aðalfund, sum verður 24. februar kl. 10.00 í HB-Húsinum.
Nevndin í Føroya Postfelag.




