Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjórin í ANSNI skrivað frágreiðing til NCC

John William Joensen

Jákup Mikkelsen segði ikki annað enn at hann plagdi at fáa loyvi at koyra, skrivar Helgi Justiunussen, stjóri í ANSNI í frágreiðing til NCC

Í frágreiðingini, sum stjórin í ANSNI hevur skrivað til NCC, um tilburðin tá varaborgarstjórin koyrdi ígjøgnum Norðoyatunnilin fríggjakvøldið 10. mars, stutt fyri miðnátt, stendur at lesa at Jakup mikkelsen hótti ongan men greiddi vaktarmanninum frá at hann plagdi at fáa loyvi at koyra.

Frágreiðingin:
– Vaktarmaðurin hevur fyri leiðsluni hjá ANSNI upplýst, at tá Jákup Mikkelsen fyri honum førdi fram, at hann sum varaborgarstjóri í Klaksvík plagdi at fáa loyvi at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, átti ikki at vera neyðugt at kanna hetta nærri hjá vaktarleiðaranum hjá ANSNI. Tískil gav hann Jákupi Mikkelsen loyvi at koyra.
– Vaktarmaðurin koyrdi til Eysturoyarmunnan, har hann opnaði bummin og lat Jákup Mikkelsen, ið koyrdi í egnum bili, at koyra inn í Norðoyatunnilin.
– Júst sum vaktarmaðurin skuldi læsa bummin, kom ein av arbeiðsformonnunum hjá NCC, á staðið. Teir báðir tosaðu stutt saman, áðrenn vaktarmaðurin setti seg inn í vaktarbilin og koyrid aftaná Jákupi Mikkelsen, sum hann síðani koyrdi beint aftaná. Tá teir komu til tunnilsmunnan, Klaksvíksmegin, lat vaktarmaðurin bummin upp og lat Jákup sleppa framvið. Síðan var bummurin læstur aftur.
– Spurdur, hvat Jákup Mikkelsen hevði sagt við seg, greiðir vaktarmaðurin frá, at tað varð ikki sagt annað, enn at hann plagdi at fáa loyvi at koyra.
– Vaktarmaðurin er harmur um, at hann ikki boðiði vaktleiðaranum hjá ANSNI fra, áðrenn hann játtaði Jákupi Mikkelsen at koyra túrin.