Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan annað beinið í finaluni

Oliver Joensen

Suðuri í Vági eydnaðist tað Stjørnuni at vinna við 28 málum ímóti 22 á VB. Seinni dysturin verður í Klaksvík komandi mikudag.

So var dysturin liðugur suðuri í Vági. Stjørnan vann 28-22 og hevur sostatt annað beinið í finaluni. Sjálvandi veldst um hvussu fer at gangast at leika ímóti VB í KÍ høllini mikudagin komandi, men her plagar Stjørnan at hava gott tak á VB og útgangsstøðið er gott.
Spennandi verður í Runavík í annaðkvøld, tá Tjaldur skal taka ímóti Kyndli í hinari hálvfinaluni. Tjaldur við Alinu Olaru hevur megnað at leikt seg í hálvfinaluna hóast liðið ikki er í fremstu kvinnudeildini, tí verður sera spennandi at vita hvussu leikur fer í Runavík í annakvøld.

Stjørnan á odda í Vági
Hálvleiksstøðan suðuri í Vági er 16-11 til Stjørnuna. Men tó er onki avgjørt, frætta vit úr Vági.
Stjørnan fekk eina dreymabyrjan ímóti VB kvinnunum suðuri í Vági. Stjørnan kom framum 11-2. Men so bleiv Durita Kristoffersen útvíst, og tað kom rættuligur panikkur í. Tað løtuna fekk VB 5 mál ímeðan Stjørnan einki fekk og úrslitið gjørdist tí 16-11 í hálvleikinum. Um VB megnar at halda áfram í seinna hálvleiki, so kunnu tær skjótt koma at liggja omaná.