Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan basti VB kvinnunum

Oliver Joensen

Dysturin íkvøld, ímillum bestu kvinnuliðini í hondbólti í Sunsetkappingini, var sera spennandi og endaði við einum 27-23 sigri til Stjørnuna.

Hóast Stjørnan nærum allan dystin var frammanfyri VB, so komu VB kvinnurnar fleiri ferðir afturí aftur og fingu kontakt viðhvørt og nærum kontakt viðhvørt. Hetta gjørdi at dysturin bleiv sera spennandi.
VB hevur eitt sera gott lið, men Stjørnuliðið hevur tó munin. Tað var tó óskiljandi, at nærum bert Simona Petersen skuldi skora hjá Stjørnuni og tað hóast hon var mansuppdekkað allan dystin. Tað var ikki nóg gott, at hinir leikararnir ikki tóku við ábyrgd, tí her eru fleiri leikarar, ið duga at skora. Simona gjørdi heili 16 mál av teim 27, so har vóru ikki so nógv mál til hinar. Bára Skaale skoraði 3 ímeðan Joan, Durita og Anna Kristina stóðu fyri tveimum í part og Una og Lise hvør sítt.
Hálvleiksstøðan var 10-10.