Tað verður uttan iva ein stór uppgáva hjá Stjørnuni, tá Kyndil, sum verður mett at verða ein av fm-kandidatunum, vitjar sunnudagin
Tað verður uttan iva ein stór uppgáva hjá Stjørnuni, tá Kyndil, sum verður mett at verða ein av fm-kandidatunum, vitjar sunnudagin
Tað hevur merkt unga stjørnuliðið, at Tóra Eliasen ikki hevur verið við seinastu dystirnar vegna skaða. Seinasta vikuskifti, tapti Stjørnan nakað óvæntað móti uppflytarunum úr H71. Til tann dystin var umframt Tóru onkur leikari ikki við vegna sjúku.
Sum skilst, so verður Tóra væntandi tøk til dystin móti Kyndli, har Stjørnan skal royna at reisa eg eftir tapið seinasta vikuskifti.
Dysturin byrjar kl. 15.00.




