Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan fær vitjan av StÍF sunnudagin

Oliver Joensen

Sunnudagin hava kvinnurnar hjá Stjørnuni møguleika at reisa seg aftur eftir tapið móti VB hóskvøldið.

Dystirnir eru ofta javnir og spennandi, tá kvinnurnar Stjørnuni og StÍF hittast. Liðini hava leikt ein dyst móti hvørjum øðrum í hesum kappingarárinum. Tað fyri góðum mánaði síðani á Skála, og vann StÍF tann dystin 22-17.

Sunnudagin hava Stjørnunkvinnurnar møguleika at taka revance. Hóast greiða tapið móti VB hóskvøldið, so var spælið í løtum heilt gott. Fáa stjørnukvinnurnar stillað ”kanónina” rætt, so vænta við ein spennandi og undirhaldandi dyst. Dysturin byrjar kl 15.00.