Fyrrverandi STÍF leikarin, Alina Olaru, verður við á liðnum hjá Stjørnuni eftir vetrar steðgin.
Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni, váttar at STÍF leikarin, Alina Olaru, leikar við Stjørnuni tá kappingini verður uppafturtikin eftir vetrarsteðgin.
– Vit hava tosað við formannin hjá STÍF og hava fingið alt tað skrivliga upp á pláss.
– Tað einasta sum nú verður bíðja eftir er arbeiðsloyvinum, men vit vanta at alt verður í lagi fyrst í januarmánaða.
– Sjálvur meti eg at vit hava gjørt eina góða avtalu.
– Seinast Stjørnan leikti móti STÍF, var hon uttan iva besti leikarin.
– Hon hevur góðar eginleikar í verjuspælinum og er ein stór hóttan í álopinum, og tí meta vit hana verða júst rætta leikaran til Stjørnuna.




