Hóast Stjørnan fekk óvantaða harða mótstøðu frá Neistanum, so vann Stjørnan ídag Føroyameistaraheitið við 17 málum ímóti 13.
Hetta er triðja árið á rað, at Stjørnan vinnur FM, og tí fingu tær ídag FM-steypið til ognar. Tað má sigast at hava gingið væl hjá Stjørnuni hesi árini, tí umframt at tær hava vunnið FM tríggjar ferðir á rað, so hava tær eisini vunnið steypakappingina tvey ár á rað, og hava sostatt vunnið greipuna bæði í 2007 og 2008.
Um dystin ídag er stutt at siga, at verjurnar báðar stóðu seg væl og hartil stóðu báðir málmenninir væl. Stjørnan vann fyrra hálvleik tepurt við einum máli, (8-7), eftir at hava verið frammanfyri 12 teir fyrstu minuttirnar við fýra málum (4-0).
Í seinna hálvleiki kom Stjørnan skjótt framum 14-10 og Neistin megnaði ongantíð at koma aftur.
Tað sást tíðuliga, at manningarnar báðar vóru slitnar, nú tær hava leikt tríggjar harðar dystir.
Hjartaliga tillukku Stjørnan.




