Spennandi verður at fylgja hesum gentunum í bæði a- og b-liðnum hetta kappingarárið og í dag fingu vit í Stjørnuni góðar framtíðarvónir. Ein góður dagur í høllini. Koyr á Stjørnan!
Stjørnan b
Stjørnan var frammanfyri allan dystin og gjørdist Oddvør Josephsen toppskjútti við heili 8 málum. Tær, ið leiktu við Stjørnuni ídag vóru hesar: Maria Lydersen, Victoria á Lakjuni, Oddvør Josephsen, Joan Sørensen, Tóra Norðá, Sofía Ziskason, Bjørk Clementsen, Petra Mørkerø, Vár Heimustovu og Malan Ragnarsson.
Stjørnan a
Stjørnan a tóku í móti VÍF, sum fyri stuttum vunnu nógv á b-liðnum hjá Stjørnuni og spennandi var at vita um a-liðið kundi vinna á VÍF.
Stjørnugenturnar løgdu seg á dystin beinavegin og gjørdist hálvleiksstøðan 16-8 til Stjørnuna. Í seinna hálvleiki gekk spælið hjá Stjørnuni sera væl og vunnu tær dystin 29-20.
Gleðiligt var at síggja at Stjørnan hveði fleiri málskjúttar í dystinum, Sonja Sirdal gjørdist toppskjútti við 7 málum, Katrin Bertholdsen 6 mál og Miriam Bethuelsdóttir 5 mál.
Tær, ið leiktu við Stjørnuni ídag vóru hesar: Durita Rodmundsdóttir, Sonja Lava Sirdal, Paulina Fuglø, Katrin Bertholdsen, Julia Høgnesen, Monika Jacobsen, Rutt Jacobsen, Miriam Bethuelsdóttir, Emma Jespersen og Marið Heimustovu.
Spennandi verður at fylgja hesum gentunum í bæði a- og b-liðnum hetta kappingarárið og í dag fingu vit í Stjørnuni góðar framtíðarvónir. Ein góður dagur í høllini. Koyr á Stjørnan!
Á myndunum eru glaðar G17b í Stjørnuhølunum eftir dystin og somuleiðis nakrar glaðar G17a í umlæðingarrúminum.




