Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan ger ongar broytingar

Jákup Ósá

Tað fær ikki avleiðingar fyri hvørki leikarar ella venjara, at vit liggja aftast í landskappingini í løtuni, sigur Kristoffur Ragnarsson, ið fegnast um úrslitini í ungdómsdeildunum í ár.

Tað fær ikki avleiðingar fyri hvørki leikarar ella venjara, at vit liggja aftast í landskappingini í løtuni, sigur Kristoffur Ragnarsson, ið fegnast um úrslitini í ungdómsdeildunum í ár.

Stjørnan er í gongd við sítt lakasta kappingarár í nýggjari tíð. Liðið kom ikki í steypafinaluna og liggur eftir tapið á Skála í gjár aftast í landskappingini. Kristoffur Ragnarsson er formaður í Stjørnuni.

– Nei vit gera ongar broytingar. Vit hava altíð væntað, at eitt ‘’dykk’’ fór at koma og nú ræður um at ikki fara í panikk. Tað eru fleiri vikur til næsta dyst, men eg vænti ikki, at vit fara at leita okkum styrk til írestandi 7 dystir. Møguliga fara vit at leita eftir einum málverja, men tað er óvist. Ungu leikararnir í felagnum fáa nú møguleikan og vit byggja upp til framtíðina. Sunnudagin hava vit tvey lið í steypafinalunum hjá teimum yngru, so tað sær ikki so galið út í ungdómsdeildunum, sigur Kristoffur Ragnarsson.