Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan glampaði í steypafinaluni

Oliver Joensen

Endiliga eydnaðist tað, Stjørnan er steypavinnari 2004. Tær vístu so sanniliga styrki ídag hóast sigurin nærum varð tikin frá teimum, orsakað av stirvnu byrjanini hjá Stjørnuni

VB legði hart út og tað gekk sum eftir ánni hjá VB fyrstu 20 minuttirnar, tá var støðan 9-2 til VB og flestu mundu vera farin at hugsa um, at Stjørnan aftur hesaferð fór at standa við næstbesta metallinum. 5 ferður áður hevur verið skipað fyri steypakapping og fimm ferðir hevur Stjørnan verið við og ikki fyrr enn ídag, eydnaðist tað.
Teir seinastu 8-10 minuttirnir í fyrra hálvleiki góðu VB eina ávaring um, at allar súðir vórðu ikki siftar enn. Bara Klakkstein kom inn tá støðan var 9-2 og fekk trý skjót mál , hon legði við hesum botnin til sigurin, tá fyrri hálvleikur var at enda komin, var støðan 10-9 til Stjørnuna.
´Tá seinni hálvleikur byrjaði, kom VB skjótt framum til 10-12, men eftir tað, sást týðuligt, at Stjørnan nú hevði takið á VB, tí verjan hjá Stjørnuni stóð stinn og VB mátti berjast fyri hvørjum einasta máli tær fingu, og harafturat stóð okkara málmaður ein góðan dyst. Gongd var komin á skorðingarnar hjá Stjørnuni so Stjørnan sleit seg spakuliga framá VB og síðani framum, eitt skiftið vóru tær trý mál frammanfyri. Men móti endanum, fekk Stjørnan eina útvísing og hetta økti ósigiligt um spenningin, tí VB kom heilt upp á 19-20 og átti seinasta álopið, men tað eydnaðist okkara kvinnum at halda málið reint, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 19-20 til Stjørnuna.
Vit fara her at ynskja kvinnunum tillukku. Einki er at taka seg aftur í, at hóast VB er eitt sera gott lið, so er liðið hjá Stjørnuni betur. Stjørnan hevur ein breiðan hóp, har allar kunnu vera vandamiklar í málatsóknum, tað prógvar kanska best dysturin ídag, tí Alina Olaru gjørdist toppskjútti ídag, men hetta er fyrsta ferðin, at hon hevur verið toppskjútti á liðnum. Hóast VB legði út við mansuppdekking, so er neyvan sannlíkt at tað var hetta sum gjørdi, at VB eitt skiftið kom framum við sjey málum, heldur var tað virðingin fyri mótstøðuliðnum, fjáltur og stirvni, sum gjørdi at Stjørnan fekk eina sera vánaliga byrjan.

Harleyfacadeacryl