Tað var spenningur til tað síðsta, tá Stjørnan og VÍF spældu í Klaksvík í kvøld.
Tað var spenningur til tað síðsta, tá Stjørnan og VÍF spældu í Klaksvík í kvøld.
VÍF byrjaði betri og fekk eina trygga leiðslu, men so minkaði munurin gjøgnum dystin og í seinna hálvleiki kom Stjørnan niður á ein mun uppá 3 mál. Hesin munurin var eisini tá 3-4 minuttir vóru eftir, men seinastu løtuna økti VÍF úr 27-24 til 30-24 og tí endaði dysturin við einum sigri á 6 mál til VÍF. VÍF hevur framvegis møguleika at koma í FM finaluna, meðan Stjørnan spælir um at fáa 4. plássið.
Toppskjútti hjá Stjørnuni var Martha Beljic við 8 málum, meðan Tóra Eliasen skoraði 5 mál. Marianna H. Jacobsen og Durita C. Jojic skoraðu 6 mál fyri VÍF. Dómaraseðilin er viðheftur.




