Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stjørnan hevur aðalfund

Stjørnan

Tann 2. mai 2024 kl. 18:00 hevur hondbóltsfelagið Stjørnan aðalfund. Aðalfundurin verður í
skúlastovunum í KÍ-høllini.

 

Skrá sambært lóg felagsins

  • Val av fundarstjóra og fundarskrivara
  • Ársfrágreiðing frá forkvinnuni
  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi
  • Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið
  • Innkomin mál
  • Val av nevnd. Fyri vali standa Annika Magnusdóttir Arge, Osla Norðá, Vivi Olsen og Maria Kruse
    Højgaard. Osla, Vivi og Maria hava valt ikki at stilla upp aftur.
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt

 

Broyting av viðtøkum:

Nevndir skjótur upp at broyta viðtøku §4, stk 5 sum ljóðar soleiðis: Aðalfundurin velur nevnd felagsins á hvørjum ári. Nevndin telur 6-10 limir og standa 2 nevndarlimir fyri valið hvørja fer eftir FIFO[1] leistinum. Nevndarlimur sum stendur fyri valið kann stilla uppaftur.

Uppskot til broyting ljóðar soleiðis:
Aðalfundurin velur nevnd felagsins á hvørjum ári, nevndin telur 5 limur. Nevndarlimurnar verða valdir fyri 2 ár í senn. Valdir verða 2 limur annaðhvørt ár og 3 limur annaðhvørt ár. Nevndarlimur sum stendur fyri valið kann stilla uppaftur.

Allir limir hjá hondbóltsfelagnum Stjørnan eru hjartaliga vælkomnir. Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum. Møguleiki er at gjalda kontant og við gjaldskort. Gjaldið fyri hvílandi limir er 200 kr.

Vinarliga Nevndin