Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan hevur tilmeldingar dag

Oliver Joensen

Leygardagin skipar Stjørnn fyri tilmeldigardegi í hølunum hjá Sport 24

Fyri at gera tilmeldingina eitt sindur ørvísi í ár, hevur Stjørnan gjørt avtalu við ítróttarhandilin Sport 24, sum í mong ár hevur verið klædnastuðul hjá Stjøruni, um at tilmeldingin skal fara fram í handilshølunum hjá teimum við Klaksvíksveg.

Tilmeldingin verður millum kl. 14 og 16, og starvsfólkini í Sport 24 gleða til at taka ímóti stjørnuleikarum og familjum teirra. Í samband við tilmeldingarløtuna letur Sport 24 avsláttur 15% uppá alla ítrottarútgerð ( t.e. klæðir, skógvar o.a.).

Stjørnan heitir á allar stjørnuleikarar um koma inn á gólvið hjá Sport 24 leygardagin og melda seg til. Lima- og tilmeldingargjaldið er kr. 500, og fáa leikararnir samstundis hvør sín hondbólt.

Frá Stjørnuni verður sagt, at nýggir limir eru eisini vælkomnir.