Sigast má, at tað var ein sera spennandi dystur, sum áskoðararnir vóru vitni til í KÍ-høllini ídag, tá bestu kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VB brustu saman.
Stjørnan byrjaði betur, og vit væntaðu at fara ein dyst, sum vit eru von at síggja, nevniliga at Stjørnan fór at draga frá VB tá Stjørnan fekk betra startin.
Men VB vildi tað øðrvísi. Eftir eina lakari byrjan, kom VB upp á javnleik tá 10 minuttir vóru farnir og tóktist bara at fara longur og longur frá Stjørnuni. Hálvleiksstøðan gjørdist 10-14 til VB og eitt skiftið í seinna hálvleiki var støðan 12-18 til VB.
Men so tók Stjørnan sær um reiggj og hálaði stútt og støðugt inn á VB kvinnurnar, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 25-24 til Stjørnuna.




