Sunnudagin bresta kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndil saman í KÍ-høllini. Liðini hava higartil leikt tveir dystir hvørt, og hava bæði liðini vunnið sínar dystir. Stjørnan hevur vunnið á víkavist StÍF og VB, meðan Kyndil hevur vunnið á EB og Neistanum.
Sostatt eg lagt upp til ein spennandi dyst, og vóna stjørnukvinnurnar at áskoðarnir møta fjølmentir upp at stuðla teimum. Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 15.00.


