Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan leikti javnt í Vestmanna

Norðlýsið Ítróttur

Tað var spenningur og dramatikkur í, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni í kvøld leiktu javnt móti móti VÍF

Tað var ikki nógv sum bendi á, at Stjørnan skuldi fáa stig heim við sær úr Vestmanna í kvøld. Hálvleiksstøðan var 16-13 til heimaliðið, og eitt skifti í seinna hálvleiki hevði VÍF eina leiðslu uppá 6 mál. Venjari hjá Stjørnuni tók timeout, og fekk umskipa verjuna. Hetta skuldi vísa seg at hjálpa. Sum dystsurin leið, minkaði munurin, og Stjørnan fekk enntá eina leiðslu uppá tvey mál. Rættiligur spenningur var í dystinum. Síðani fekk leikari hjá Stjørnuni tveir minuttirs útvísing. Hendan dómin var venjarin hjá Stjørnuni als ikki nøgdur við, og gjørdi vart við sína misnøgd. Tað førdi tað við sær, at Stjørnan hekk eina útvísing afturat, soleiðis at Stjørnan næstu tveir minuttirnar leikti við tveimum leikarum í undirtal. Hesa løtuna skoraði VÍF trý mál, og fekk eina leiðsu uppá eitt mál. Tað sum eftir var av dystinum skiftust liðini um at skora, og endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 28-28.

Eitt úrslit stjørnuleikarnir kunnu vera væl nøgdir, hóast møguleikin fyri einum sigri avgjørd var til staðar.

Hjá VÍF er saknurin stórur í Lijan Djurhuus, sum ikki leikar meira í hesum kappingarárinum