Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og Kyndil í kvøld

Oliver Joensen

Í kvøld kl. 18:30 verður dystur í KÍ-høllini millum bestu kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Kyndli.

Verður hugt eftir stigatalvnuni, so verður tað uttan ivan ein trupul uppgáva hjá stjørnukvinnunum. Kyndil liggur á øðrum plássi við 14 fyri nýggju dystir, meðan Stjørnan er á fimta plássi við 5 stigum fyri átta dystir. Hóast tað bleiv til stórtap í seinasta dystinum móti Neistanum, so hevur ein støðug framgongd verið í spælinum hjá Stjørnuni seinastu tíðina, so tað er ikki óhugsandi, at tær kunnu fáa eitt gott úrslit móti teimum grønu í kvøld.