Sunnudagin tekur Stjørnan við Unu Olsen sum leikandi venjari ímóti Kyndil við fyrrverandi stjørnuleikaranum Simonu Petersen á liðnum
Sunnudagin tekur Stjørnan við Unu Olsen sum leikandi venjari ímóti Kyndil við fyrrverandi stjørnuleikaranum Simonu Petersen á liðnum
Tað eru hendar stórar broytingar á Stjørnuliðnum seinasta mánaðin. Eftir at liðið tapti seinnu hálvfinaluna í steypakappingini móti VB, og harvið misti møguleika at koma í steypafinaluna, valdi Simona Petersen, sum í mong ár hevur verið ein av stóru profilunum á stjørnuliðnum, at flyta til Kyndil at leika. Samstundis ynskti norska Elisabeth Bergvin av persónligum orsøkum at sleppa heimaftur til Norra, og fyri viku síðani gjørdist greitt, at Svein Rógvi gevst sum venjari hjá stjørnukvinnunum.
Í samráð við leiðsluna í Stjørnuni hevur Una Olsen átikið sær at standa fyri venjingini, tað sum eftir er av kappingarárinum. At hjálpa sær við hesi uppgávuni hevur hon fingið Morten Hust Petersen, sum ikki er ókendur í felagnum. Hann vandi kvinnurnar hjá Stjørnuni í 2009.
Spennandi verður at sýggja, hvussu leikur fer í sunnudagin. Kyndil, sum leingi hevur ligið á einum tryggum øðrum pláss, hevur nú fingið harða kapping frá VÍF/Tjaldur. Liðini er jøvn á øðrum plássi. Tí er rættilig umráðandi hjá Kyndli at vinna dystin, men tað onki at ivast í, at stjørnuleikarnir við eini stríðskvinnuni sum Unu á odda fara gera alt tær eru mentar, fyri at geva Kyndli ein skarpan gang. Dysturin byrjar kl. 15:00.




