Í kvøld verður dystur í KÍ-høllini, har Stjørnan tekur ímóti Neistanum, sum er í harðari kapping við VB um at tryggja sær pláss í fm-finaluni móti júst Stjørnuni
Við sigrinum á VB sunnudagin hevur Stjørnan tryggjað sær sæti í fm-finaluni. Kappingin, um hvat lið skal møta Stjørnuni í fm-finaluni, stendur millum Neistan og VB, sum bæði eru jøvn á øðrum plássi við 20 stigum. Tað er sera týdningarmiki fyri Neistan at fáa stig í dystinum í kvøld, og er tí lagt upp til ein spennandi dyst. Eftir heldur laku úrslitni seinastu dystirnar, vendi Neistin gongdini seinasta vikuskifti, tá tær vunnu heili 28-17 á VÍF, so sjálvsálitið hjá teimum skuldi veri í topp. Men tað onki at ivast í, at Stjørnan, sum higartil í kappingarárinum ongan dyst hevur tapt á heimavølli, fer at leggja nógv fyri, til tess at halda fast um góðu úrslitini á heimavølli.




