Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og Neistin sunndagin

Oliver Joensen

Kl. 15.00 sunnudagin bresta Stjørnan og Neistin saman í KÍ-høllini og hetta kann væl fara at gerast ein spennandi hondbóltsdystur.

Tað verða nummar tvey og trý sum møtast, tá besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni tekur ímóti Neistanum. Neistin er tað liðið sum hevur givið oddaliðunum VB og Stjørnuni mestu mótstøðuna, so vit vænta ein góðan og undirhaldandi dyst í KÍ-høllini sunnudagin kl. 15.00.