Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og og StÍF í dag

Seinasta umfar í landskappingini verður leikt í dag. Kvinnurnar hjá Stjørnuni enda kappingarárið á heimavølli móti StÍF. Dysturin byrja kl. 14:30.

Seinasta umfar í landskappingini verður leikt í dag. Kvinnurnar hjá Stjørnuni enda kappingarárið á heimavølli móti StÍF. Dysturin byrja kl. 14:30.

Liðini hava higartil leikt triggjar dystir móti hvørjum øðrum, og hevur StÍF vunnið tveir, meðan Stjørnan hevur vunnið ein.

Tað hevur gingið væl hjá StÍF seinastu dystirnar. Tær hava m.a. vunnið á oddaliðnum Neistin og á útivølli móti VB. Hóast vánaligu gongdina hjá Stjørnuni hetta kappingarárið, so hevur tað verið ein ávís framgongd. Skirisdag vóru tær í Vági og leiktu móti VB. Av tí at onkrar av eldru leikarunum høvdu forfall, var liðið var stórtsæð bert mannað við leikarum frá G17. Sum skilst, so vóru leikarnir væl nøgd við leikgongdina, hóast dysturin endaði við 33-27 sigri til VB.

Hóast dysturin ikki hevur tann stóra týdningin fyri hvørki av liðunum, so kann roknast við einum góðum og spennandi dysti, tí bæði liðini vilja heilt víst enda kappingina við einum sigri.

Sum nevnt, so byrjar dysturin kl. 14:30.

Tá dystirnir í dag eru avgreiddir, er finalan eftir, og er tað longu greitt, at finalan hjá kvinnunum verður millum Kyndil og Neistan.