So er aftur spennandi hondbóltur. Í kvøld kl. 19.00 tekur Stjørnan ímóti botnliðinum Tjaldrinum.
Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá Tjaldur higartil í kappingini, tær hava framvegis fyrsta sigurin til góðar, so sigast má, at Stjørnan er greiður favorittur undan dystinum.
Ein gamal kenningur frá Stjørnuni leikar við Tjaldur, tað er Vesna Tomachek. Dysturin byrjar kl. 19.00.




