Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og VB leygardagin

John William Joensen

Ein dystur í triðja umfari av steypakappingini hjá kvinnur verður millum Stjørnuna og VB í KÍ-høllini leygardagin kl. 13:00

Vinnarin av dystinum kemur í hálvfinaluna í steypakappingini. Seinasta sunnudag leiktu VB og Stjørnan landskappingardyst í Vági. Tann dystin vann Stjørnan 24-17, so Stjørnan má metast av verða favorittur til at vinna dystin leygardagin.

Durita Christoffersen viðaftur
Herfyri varð boðað frá, at Durita Christoffersen hevði gjørt av at venda aftur til Stjørnuna. Tá leikari skiftur felag, skulu ganga 30 dagar, til hann kann leika fyri nýggja felagið. Leygardagin kann Durita so leika sín fyrsta dyst fyri Stjørnuna í hesum kappingarárinum. At Durita verður ein styrkur fyri stjørnuliðið, er onki at ivast í.

Dysturin byrjar kl. 13:00
Fyri at VB-kvinnurnar skulu náa Smyril, sum siglur av Tórshavn kl. 16:00, byrjar dysturin
kl. 13:00.