Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjørnan skipar fyri tombola og kaffisølu

Oliver Joensen

Í samband við Luksus Loppur sum verða í KÍ-høllini í morgin (leygardagin), skipar hondbóltsfelagið Stjørnan fyri tombola, lutaseðlasølu og kaffi- og vaflusølu. Stjørnan luttók eisini við tombola og kaffisølu seinast Luksus Loppur vóru, og undirtøkan sera góð.

Stjørnan vónar, at tað verða nógv sum gera sær ein túr inn á gólvið í KÍ-høllina í morgin og stuðla felagnum við at keypa nakrar tombolanittur og lutaseðlar. Vinningurin á lutaseðlinum er ein kurv full av fiskavørum frá Norðfrá. Møguleiki er eisini, sum nevnt, at keypa kaffi og nýbakaðar vaflur við syltutøj og róma. Tiltakið byrjar kl. 11.00.