Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan skipar fyri útferð til Vágs leygardagin

John William Joensen

Í samband við avgerðandi dystin um FM-heitið hjá kvinnur sum verður suðuri í Vági leygardagin millum oddaliðini Stjørnan og VB, skipar Stjørnan fyri útferð til Vágs

Leygardagin fellur avgerðin um meistaraheitið hjá kvinnum, tá VB og Stjørnan bresta saman í Vági. Undan dystinum liggur Stjørnan á odda við 29 stigum, men beint í hølunum á teimum kemur VB við 28 stigum. Hóast tvey umfør eru eftir at leika, so er neyvan nakar ivi um, at tað liðið sum vinnur í Vági gerst meistari.
Roknast kann við einum jøvnum og spennandi dysti, har brúk verður fyri øllum góðum kreftum, og fyri at stuðal Stjørnuni so væl sum gjørligt, skipar Stjørnan fyri útferð úr Klaksvík til Vágs leygarmorgunin. Leiðslan í Stjørnan vónar at nógvir norðoyingar kom við til Vágs at stuðla Stjørnuni, og bjóða mongu VB-viðhaldsfólkunum av í VB-høllini.
Stjørnukvinnurnar eru steypavinnarar, og nú restar so lítið til at fáa meistaraheitið eisini, og skal tað tað eydnast at vinna "the doble", so má sigast tað at verða ein fantastik føðingardagsgáva til Klaksvíkar Ítróttarfelag, nú felagið í hesum árinum kann hátíðarhalda 100 ára stovningardagin.
Tey, sum hava huga at koma við til Vágs, kunnu tekna seg hjá formanninum í Stjørnuni Kristoffur Ragnarsson á telefon 216213 innan kl. 21:00 fríggjakvøldið.