Tað var klassamunur á kvinnuliðunum hjá Stjørnuni og Kyndli í bestu deildini í kvøld. Stjørnan vann heili 32-19.
So er Stjørnan í finaluni í steypakappingini. Í finaluni skal Stjørnan spæla ímóti VB, sum í kvøld vann á VÍF.
Hálvleiksstøðan í Klaksvík í kvøld var 15-7 og hóast venjarin í seinna hálvleiki fyri størsta partin brúkti ungar leikarar, so var ongantíð vandi fyri sigrinum og Stjørnan økti javnt og savnt um málmunin.




